Mentan

Ingemann og sálmaperlur hansara

Meinhard Bjartalíð fortelur um stóra danska sálmaskaldið

Ingemann

Ingemann

2019-02-25 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í annaðkvøld, týskvøld, verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at hugleiða um danska sálmaskaldið Bernhard Severin Ingemann. Henda Miðvika skuldi upprunaliga vera síðst í januar, men varð útsett orsakað av nógvum kava.

Undir framløguni hjá Meinhardi, sum hevur heitið "Ingemann og hansara sálmaperlur", fara vit at syngja nakrar av sálmunum hjá Ingemann. Hann eigur átta sálmar í føroysku sálmabókini og harafturat seks í Uppískoytinum til Sálmabókina. Millum kendastu sálmar hansara eru ”Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há”, ”Eg livi og veit við gullgóðum treyst” og ”Føgur er foldin”.

Aftaná verður farið niður í kirkjukjallaran til ein drekkamunn, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja og at viðmerkja.

Ingemann, sum livdi frá 1789 til 1862, var lektari í donskum og bókmentum við Sorø Akademi. Millum hansara verk eru "Morgensalmer til Brug for Eleverne i Sorøe Academies Skole" frá 1822 og "Morgensange for Børn" frá 1837. 

[object Object]
Meinhard Bjartalíð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder