Uttanlands

Inger Støjberg: Havi ongantíð verið í so stórari tvístøðu

Fyrrverandi danski ráðharrin sigur seg ivast í, um hon fer at stovna ein nýggjan flokk

– Vit hava ongantíð áður havt so nógvar flokkar, sum vit hava nú, og kortini haldi eg, at tað er torført at finna útav, hvønn flokk eg sjálv hevði valt, sigur Inger Støjberg, sum í desember varð blakað úr fólkatinginum (Mynd: EPA)

– Vit hava ongantíð áður havt so nógvar flokkar, sum vit hava nú, og kortini haldi eg, at tað er torført at finna útav, hvønn flokk eg sjálv hevði valt, sigur Inger Støjberg, sum í desember varð blakað úr fólkatinginum (Mynd: EPA)

2022-02-02 13:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum ivast í, um hon skal stovna nýggjan politiskan flokk.

– Eg haldi, at tað er ein stórur spurningur. Eg havi ongantíð verið í einari so stórari politiskari tvístøðu, segði hon í beinleiðis sending á Facebook týskvøldið.

– Eg havi verið noydd at taka nógvar stórar og torførar avgerðir, eisini nógvar, sum hava verið sera harðar. Men persónliga, haldi eg ikki, at eg havi tikið eina so stóra avgerð áður.

Tað var í desember, at Inger Støjberg við atkvøðugreiðslu varð blakað úr fólkatinginum, eftir at ríkisrætturin hevði givið henni 60 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum.

Inger Støjberg hevur fleiri ferðir sagt, at hon vónar at sleppa aftur á Christiansborg, og tað endurtók hon eisini týskvøldið.

– Eg kann siga so mikið sum, at eg ikki havi mist áhugan fyri politikki, og eg sakni Christiansborg hvønn einasta dag, segði hon sambært Ritzau.

Inger Støjberg sigur seg eisini vera í iva um, hvønn flokk hon ynskir at stuðla.

– Vit hava ongantíð áður havt so nógvar flokkar, sum vit hava nú, og kortini haldi eg, at tað er torført at finna útav, hvønn flokk eg sjálv hevði valt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder