2019-11-05 12:07
Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fyri stuttum varð søkt eftir tekniskum leiðara. Hetta kemst av, at verandi leiðari er farin í farloyvi.
Tekniski leiðarin ið nú er settur í starvið, er Ingi Olsen. Hann er útbúgvin byggifrøðingur og hevur seinastu umleið 6 árini arbeitt sum byggifrøðingur í privata vinnulívinum, har hann millum annað hevur drúgvar royndir frá ymiskum byggiverkætlanum.
Ingi byrjaði í starvinum hjá Vágs kommunu í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald