
Týsmorgunin var hugnalig samkoma í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Ingrid Hansen, námsfrøðingur, fer úr starvi.
Ingrid Hansen starvaðist sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði frá 1. januar 2002 til 15. apríl 2008. Frá 15. august 2011 til nú, hevur Ingrid starvast sum námsfrøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.
Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Ingrid Hansen fyri sera gott samstarv, trúgva og samvitskufulla tænastu í starvinum. Borgarstjórin handaði henni blómur, ynskti henni framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald