2018-12-05 13:26
Innbrot hevur verið í Demich við gamla Vebastaðvegin í Havn. Løgreglan fekk fráboðan um innbrotið klokkan 7.45 í morgun, tá fólk kom til arbeiðis í Demich.
Løgreglan sigur, at tað er ikki vist akkurát nær innbrotið var, tí at tey seinastu fóru úr bygninginum í gjár klokkan 18.
Tjóvarnir eru komnir inn í pengaskápi við lykli, og hava stolið tann pening, sum var har. Løgreglan veit ikki akkurát hvussu nógv er stolið.
Løgreglan hevur ikki illgruna til nakran sum nú er, og heitir á fólk, sum kanska hava sæð okkurt illgrunasamt tætt við Velbastaðvegin um at venda sær til løgregluna á telefon 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald