2018-11-01 08:10
Í gjár um klokkan 11.30 fekk løgreglan boð um, at innbrot hevði verið í einari íbúð í Tórshavnar kommunu.
Brotsmaðurin hevði gjørt um seg og stolið pengar og onkra telduútgerð.
Viðkomandi, sum búði í íbúðini hevði verið til skips og var akkurát komin heimaftur, so hóast innbrotið varð uppdagað í gjár, kann tað vera hent langt áðrenn, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald