Um vikuskiftið var innbrot í Skótahúsinum í Selatrað. Tá fólk komu í Skótahúsið týsmorgunin varnaðust tey, at onkur hevði stolið 4000 kr. umframt sodavatn. Seinast fólk var í húsinum var fríggjadagin.
Løgreglan hevði góð spor at ganga eftir, og í morgun sigur løgreglan, at ein maður er skuldsettur í málinum. Maðurin hevur játtað, at hann breyt inn í Skótahúsið.
Innbrot var eisini í matvøruhandlinum Skálin á Skála um vikuskiftið, har 3000 kr. og sigarettir vóru stolnar, men maðurin noktar fyri at hava brotið inn har. Løgreglan arbeiðir tó víðari við tí ástøðini, at samband er millum hesi bæði innbrotini.
Løgreglan sigur eisini, at innbrot var í Tavuni í Leirvík fyri kortum, og at hon eisini kannar, um nakað samband er millum innbrotini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald