2019-04-02 10:12
Tá løgtingið verður sett kl. 11 í dag verða trý mál á skránni umframt framløgur.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at leggja fram frágreiðing um eigarapolitikk landsins.
Síðani er tað triðja viðgerð av máli um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum Poul Michelsen hevur lagt fram, sum er á skránni. Uppskotið leggur upp til, at bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur.
At enda er fyrsta viðgerð av uppskoti til játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020.
Øll skráin hjá løgtinginum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald