Mentan

Innrás av hvítabjarnum í Novaja Semlja

Hvítabjarnir leita sær inn á land, tí ov lítið av ísi er at búleikast á

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-02-10 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórir bólkar av hvítabjørnum hava fingið myndugleikarnar í russiska oyggjabólkinum Novaja Semlja til at lýsa undantaksstøðu í økinum.

Sambært mydugleikanum er talan um rættiliga nógvar bjarnir, sum eru komnar upp á land, og bjarnirnar hava í fleiri førum lopið á fólk og eru komnar inn í hús og bygningar, skrivar BBC.

Í høvuðsbýnum, Belusja Guba, hava tey skrásett 52 hvítabjarnir, og millum seks og tíggju teirra búgva nú fast á oynni.

- Eg havi búð í Novaja Zemlja síðan 1982. Alla hesa tíð hevur ongantíð verið ein slík hópinnrás av hvítabjarnum, sigur umsitingarleiðarin í økinum, Vigansha Musin, í einum tíðindaskrivi.

Hetta hevur loypt ótta á tey fáu túsund fólkini, sum búgva í Novaja Semlja í Arktiska havinum, norðan fyri Russland.

- Fólk eru bangin fyri at fara úr heimi teirra. Teirra gerandisdagur er órógvaður, og foreldur tora ikki at lata børnini fara í skúla ella barnagarð, sigur Alexander Minajev, sum er varastjóri fyri almennu umsitingina.

Hvítabjarnir verða í Russlandi flokkaðar sum hótt djóraslag, og russiskir myndugleikar geva tí ikki loyvi til at skjóta hvítabjarnir.

Vanliga gerast hvítabjarnir óttafullar, tá tær síggja politibilar og hoyra sirenurnar, men soleiðis er ikki longur.

Um myndugleikarnir ikki finna aðrar mátar at ræða bjarnirnar burtur, kann verða neyðugt at skjóta tær, siga myndugleikarnir fyri BBC.

Hvítabjarnir eru ikki vanligar í bygdum øki. Men seinastu árini er havísurin minkaður so nógv í polarøkinum, at trupult er hjá hvítabjarnum at finna føði og ís at búleikast á.

Á Svalbarð, ið liggur nakað norð-vestan fyri Novaja Semlja hava verið fleiri tilburðir verið seinastu árini, har svangar hvítabjarnir hava gjørt seg inn á fólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder