Uttanlands

Inuit Ataqatigiit hevur vunnið valið

Valúrslitið frá øllum valstøðunum í Grønlandi eru nú góðkent, og hóast Siumut hevur havt framgongd, var tað andstøðuflokkurin IA, sum gjørdist størsti flokkur

Limir í IA fegnast í Nuuk (Mynd: EPA)

Limir í IA fegnast í Nuuk (Mynd: EPA)

2021-04-07 08:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Úrslitini frá øllum 72 valstøðunum í Grønlandi eru nú góðkent, og greitt er, at flokkurin Inuit Ataqatigiit (IA) hevur vunnið valið, skrivar grønlendska KNR.

IA hevur fingið 9.912 atkvøður um alt landið, sum svarar til 36,6 prosent. Tað er 2.434 fleiri enn á seinasta vali í 2018. Ein framgongd á 11,1 prosent.

Sostatt verður tað IA, sum hevur fyrsturætt at skipa stjórn.

Núverandi stjórnarflokkurin Siumut hevur, hóast tapið, eisini havt framgongd. Flokkurin fekk 14 atkvøður fleiri í ár enn á seinasta vali. Siumut hevur fingið 29,4 prosent av atkvøðunum (7.971 atkvøður), og er talan um eina framgongd á 2,3 prosent. Í 2018 fekk flokkurin nevniliga 27,2 prosent av atkvøðunum.

Næst aftanfyri Siumut er flokkurin Naleraq, sum við 3.249 atkvøðum hevur fingið 12 prosent av atkvøðunum. Tað er 682 færri enn í 2018, og er talan um eina afturgongd á 1,4 prosent.

– Vit ynskja Inuit Ataqatigiit til lukku við valinum. Nú eru vit spent uppá, hvussu verður við samráðingunum komandi dagarnar, segði Erik Jensen, formaður í Siumut við Múte B. Egede, formann í IA, í formansumfarinum á KNR.

Tað, at veljarar hjá øðrum flokkum eru farnir yvir til IA er orsøkin til, at Siumut, sum annars hevur havt framgongd, ikki megnaði at vinna valið, sigur Erik Jensen.

Hetta er aðru ferð síðan 1979, at Siumut ikki stendur á odda fyri grønlendska landsstýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder