Morðroyndin á iranskar íbúgvar í Danmark, sum Danmark hevur ákært Iran fyri at hava planlagt, er í veruleikanum ein roynd hjá Ísrael at skapa stríð millum Iran og ES. Hetta sigur Iran sambært tíðindastovuni AP.
Danmark segði í farnu viku, at Iran hevur planlagt eina morðroynd á iranar í Danmark, sum eru mótstøðufólk hjá iransku stjórnini. Nú sigur iranskir trygdarráðharrin, Mahmoud Alavi, at Ísrael stóð aftanfyri morðroyndini í eini roynd at skaða sambandi millum Iran og ES.
Sambært The Jerusalem Post vóru tað upplýsingar hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad, sum førdu til handtøkuna av einum norskum statsborgara við iranskari bakgrund í Gøteborg tann 21. oktober. Norski statsborgarin er ákærdur fyri at hava hjálpt iransku fregnartænastuni at planleggja morðroyndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald