Iran er hart rakt av koronasmittuni. Fleiri enn 38.000 tilburðir eru staðfestir tilsamans, og fleiri enn 2.600 fólk eru deyð, sambært hagtølum hjá worldometers.info.
Meðan støðan er versnað í Iran, eru villeiðandi upplýsingar eisini við at gera um seg. Á sosialu miðlunum í Iran hava fólk eisini deilt ráð um alternativar viðgerðir, sum hjálpa móti koronasmittuni, og tað hevur fingið álvarsamar avleiðingar fyri tey, ið hava gjørt eftir hesum ráðunum.
Eitt nú skal alkohol eitast at verja móti koronasmittuni, og tí hava fleiri fólk í Iran fingið sær methanol, sum er eitrandi. Fríggjadagin vóru 480 fólk deyð av hesum, umfamt at eini 3.000 vóru blivin sjúk.
Í Iran er ikki loyvt at drekka alkohol, og tí verður tað selt á svarta marknaðinum. Tað alkoholið, sum mann fær har er eisini vandamiklari enn tað, sum vit drekka herheima, av tí at tað ofta inniheldur methanol.
Iransku heilsumyndugleikarnir frámæla, sambært Jyllands-Posten, fólki at royna hesa "viðgerðina", eftir at hetta er vorðið ein vaksandi trupulleiki. Í summum landspørtum eru fleiri deyð av methanol-eitran enn av koronasmittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald