Uttanlands

Iran rakt av grovasta ælinum í tíggju ár

Í minsta lagi 45 fólk hava latið lív í vikuni

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-30 21:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir í Iran eru í dag í ferð við at flyta fólk úr fleiri bygdum, sum eru í vanda fyri at verða raktar av vatnflóði.

Tað skrivar DR.

Iran hevur verið rakt av grovasta ælinum í tíggju ár, og sambært veðurfrøðingum kunnu tey vænta sær meira av tí.

Illveðrið hevur elvt til vatnflóð fleiri staðni í landinum, og hevur tað kravt í minsta lagi 45 mannalív í vikuni.

Fólk úr í minsta lagi 11 bygdum verða flutt burtur, tí hesar bygdirnar eru nær við vatnið.

Løgreglan í Iran hevur mælt fólki frá at ferðast til tey øki, sum eru harðast rakt av illveðrinum.

Sambært embætisfólki fer stýrið at veita fólki endurgjald, um heim teirra verður oyðilagt orsakað av vatnflóðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder