placeholder
Uttanlands

Iran-sakin er einki eindømi í Danmark

Fyrrverandi stjóri í PET sigur, at hetta er langt frá einasta njósnarasakin í Danmark

Danska løgreglan stongdi brúnna um Oyrasund í samband við sakina (Mynd: EPA)

Danska løgreglan stongdi brúnna um Oyrasund í samband við sakina (Mynd: EPA)

2018-11-01 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sakin, sum í løtuni skakar Danmark, har iranska fregnartænastan hevur planlagt eina morðroynd á danskari jørð, er einki eindømi.

Frank Jensen, fyrrverandi stjóri í PET, sigur, at tað er sjáldan, at almenningurin fær nakað at vita um njósnarasakir.

Í løtuni eru tríggir persónar undir løgregluverju, tí at PET sigur seg vita, at iranska fregnartænastan liggur teimum eftir lívinum. Tann eini teirra gongur undir navninum Yacob al-Tostari, býr í Ringsted, og er talsmaður fyri iransku loysingarrørsluni ASMLA, sum iranska stjórnin metir at verða ein yvirgangsfelagsskap.

- Í nýggjari tíð hava verið fleiri morðroyndir í Evropa, sum mett verður at Iran hevur framt, sigur Frank Jensen.

Eitt nú var formaðurin fyri ASMLA í Hollandi dripin fyri einum ári síðani. Hildið verður at Iran drap hann.

- Iran meta, at hesi fólkini eru yvirgangsfólk. Teir eru villigir til at brúka allar møguleikar at beina fyri teimum. Hetta ger Iran øðrvísi enn fleiri onnur lond, tí at teir eru villigir til at taka politisku konfrontatiónina og avleiðingarnar, sum kunnu standa av hesum, sigur Frank Jensen við TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder