Uttanlands

Iran: Sendiharrar í Fraklandi, Stórabretlandi og Týsklandi sendir heim

Teir eru sendir heim til samrøðu í Teheran, eftir at tað gjørdist greitt, at revsitiltøk hjá ST móti Iran aftur koma í gildi í nátt

Mynd frá fundi í ST-trygdarráðnum 10. august (Mynd: EPA)

Mynd frá fundi í ST-trygdarráðnum 10. august (Mynd: EPA)

2025-09-27 19:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranskir sendiharrar í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi hava fingið boð um at koma heimaftur til samrøðu.

Hetta hendir, eftir at tað gjørdist greitt, at ST í nátt fer at seta revsitiltøk móti Iran í gildi aftur, og tað vóru júst Frakland, Týskland og Stórabretland, sum settu gongd í tilgongdina fyri einum mánað síðani.

Les eisini: ST: Revsitiltøk móti Iran sett í gildi aftur

– Eftir óforsvarligu gerðini hjá teimum trimum evropeisku londunum um at seta í gildi aftur ST-revsitiltøkini, hava sendiharrar hjá Iran í Týsklandi, Fraklandi og Stórabretlandi fingið boð um at koma heim aftur til Teheran til samrøður, siga iranskir miðlar sambært Ritzau.

Frakland, Týskland og Stórabretland leggja Iran undir at hava brotið eina avtalu frá 2015, sum skal forða Iran í at menna eina kjarnorkubumbu, og Iran hevur enn ikki játtað at gera eina nýggja avtalu um sína umstríddu kjarnorkuætlan.

Iran vísir aftur, at landið roynir at menna eina kjarnorkubumbu.

Eitt uppskot hjá Russlandi og Kina um at útseta revsitiltøkini fekk ikki udnirtøku frá meirilutanum í ST-trygdarráðnum.

Avgerðir hjá ST-trygdarráðnum og tilhoyrandi revsitiltøkini eru bindandi, men tað hendir javnan, at tær ikki verða fylgdar. Fleiri evropisk lond vænta, sambært AFP, at Russland ikki fer at fylgja avgerðini um revsitiltøk móti Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder