Iranska kollveltingarherdeildin boðaði í morgun frá, at hon hevur skotið rakettir eftir málum í Sýria.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at álopið er ein hevndaratsókn fyri yvrigangsálopið, sum ein yvir yvirgangsfelagsskapur framdi í Ahvaz leygardagin 22. september. Rakettálopið er framt móti høvuðsstøðini hjá yvirgangsfelagsskapinum, sum liggur eystanfyri ánna Eufrat.
Yvirgangsfelagsskapurin leyp á eina hernaðarskúðgongu í Ahvaz fyri tveimum vikum síðani. Skúrðgongan var til minnis um byrjanina av krígnum millum Iran og Irak í 1980. Í minsta lagið 25 fólk lótu lív og 70 vórðu særd tann dagin.
Bæði Islamsikur Statur og ein lokalur loysingarbólkur, Ahwa National Resistance (ANR), søgdu seg hava framt álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald