placeholder
Uttanlands

Iranska sendikvinnan í Noregi verið til fund hjá uttanríkisráðnum

Norski statsborgarin úr Iran, sum planlegði morðroynd í Danmark, varð umrøddur

Norski uttanríkiráðharrin, Ine Marie Eriksen Søreide (Mynd: Scanpix)

Norski uttanríkiráðharrin, Ine Marie Eriksen Søreide (Mynd: Scanpix)

2018-11-02 12:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Iranska sendikvinnan í Noregi var í morgun á fundi við norska uttanríkisráðnum, har støðan í Danmark, har ein irani við norsku statsborgaraskapi varð handtikin fyri at planleggja morðroynd á iranar í Danmark, varð umrødd.

Av tí at ein irani við norskum statsborgaraskapi var við í ætlanunum um morðroyndina, metir Noreg støðuna at verða sera álvarsama.

- Vit kallaðu iransku sendikvinnuna til fundar í uttanríkisráðnum. Á fundinum gjørdu vit greitt, at tað, sum er hent í Danmark, als ikki kann góðtakast, sigur norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, sambært TV2.

Handtikni iranin er ákærdur fyri at hava gjørt iransku fregnartænastuni í stand til at virka í Danmark. Tann ákærdi noktar seg sekan.

PET, fregnartænasta donsku løgreglunnar, sigur, at tann ákærdi var við at fyrireika morðroynd á tríggjar iranar, sum búgva í Ringsted.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder