2019-11-07 20:28
Stóri tungmálmsfestivalurin á Refshaleøen í Keypmannahavn, Copenhell, kundi í dag kunngera, at teir fáa vitjan av nøkrum av teimum heilt tungu dreingjunum á komandi festivali, sum verður hildin 17. til 20. juni komandi ár.
Talan er um legendariska bólkin Iron Maiden úr Leyton í Onglandi. Uttan iva nógvir føroyingar, sum nú fara at royna at fáa atgongumerki til festivalin hesaferð. Konsertin við Iron Maiden verður leygarkvøldið 20. juni.
Konsertin við Iron Maiden er ein partur av stóru konsertferðini ’Legacy of the Beast’, sumbyrjaði í 2018, og sum longu hevur vitjað 39 lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald