Á býráðsfundi í kvøld skal Tórshavnar Býráð viðgera eitt mál, tey kalla ”skipan av Gundadali”, sum millum nógv annað inniber eina nýggja ætlan til staðseting av nýggjum bygningi til Ítróttasamband Føroya.
Sum kunnugt eru ítøkiligar ætlanir um at fara undir at víðka núverandi svimjihøll við einum langhyli, sum skal staðsetast har bygningurin hjá ÍSF nú er.
Eitt skifti var ætlanin at byggja nýggjan umsitingarbygning til ÍSF oman á Fimi í norðurendanum av Tórsvølli.
Men hesar ætlanirnar eru nú sleptar, eitt nú tí økið verður mett at vera ov trongt til endamálið.
Ístaðin arbeiðir ÍSF nú við at byggja umsigingarbygning upp í vestara skýlið við Ovara Vøll, á mannamunni ofta kallað bygdaskýlið við tað at tað oftast eru áskoðararnir hjá gestaliðnum, ið halda til har.
Ætlanin er at bygningurin skal vera sunnan fyri skýlið, har trappurnar oman til vøllin eru nú, og so framvið aftan fyri skýlið.
Nýggi bygningurin verður at meta sum eitt portur til ítróttarøkið í Gundadali, og samstundis fær ítróttarøkið eina fasadu vestureftir móti Gundadalsvegnum, við tað at skrivstovuhølir til ÍSF verða bygd allan vegin aftan fyri núverandi skýlið, sum samstundis verður ”latið upp” við tað at glasveggur verður settur í bakveggin á skýlinum so tað sæst inn í ÍSF-húsið.
Tekningarnar, sum MAP-arkitektar hava gjørt eru fyribils skitsuuppskot til hvussu bygningurin kann síggjast út. Talan verður um ein langan bygning við skrivstovum, og so ein hægri bygning í tveimum ella trimum hæddum við suðurendan av núverandi skýli.
Umframt nýggja ÍSF-húsið skal viðgerast, eru eisini fleiri aðrar ætlanir í Gundadali við í málinum, sum býráðið viðgerð í kvøld. Talan er um langhylin, um Tórsvøll, eina møguliga víðkan av Gundadalshøllini, niðurtøka og nýggja staðseting av Bridgehúsinum (gamla HB-húsinum), skipan av økinum kring tennisvallirnar og eina møguliga víðkan av frítíðarskúlanum, sum heldur til í Badmintonhøllini.
Málið, sum býráðið beinleiðis skal taka støðu er tó ”einans” at játta 100.000 krónur til uttanhýsis ráðgeva at gera eina heildarætlan fyri økið.
Býráðsfundurin byrjar klokkan 18, og verður vum vanligt stroymdur
Tekningarnar av nýggja ÍSF-bygninginum eru bert fyribils arbeiðstekningar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald