Innanlands

Islamiskur Statur tekur ábyrgd fyri Toronto-álopið sunnudagin

Tvey lótu lív, og 13 onnur vórðu særd, tá ein sálarsjúkur maður skeyt í býnum Toronto

2018-07-25 15:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var í gjár, at løgreglan í Toronto í Kanada upplýsti, at hon hevði funnið fram til, hvør maðurin var, sum skeyt 15 fólk í Toronto sunnudagin. Tvey av teimum skotnu lótu lív, meðan brotsmaðurin sjálvur tók sítt egna lív.

Sambært løgregluni var talan um ein 29 ára gamlan sálarsjúkan mann.

Yvirgangsfelagsskapurin Islamiskur Statur tekur nú ábyrgd fyri álopið. Sambært tíðindamiðli teirra, AMAQ, var brotsmaðurin "ein hermaður frá Islamiskum Stati, sum útinti álopið fyri at raka íbúgvarnar av teimum sameindu londunum", stóð í skrivi sambært Reuters. 

Yvirgangsfelagsskapurin kom ikki við fleiri viðmerkingum og prógvum fyri uppáhald teirra.

Familjan hjá 29 ára gamla manninum sigur, at maðurin alt sítt lív hevði álvarsamar sálarligar avbjóðingar og bardist við sálarsjúku og tunglyndi, skrivar Reuters.

Brotsmaðurin fór at skjóta í einum øki við fleiri matstovum. Ein tíggju ára gomul genta og ein 18 ára gomul kvinna lótu lív, meðan 13 onnur vórðu særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder