Uttanlands

Ísland hevur sett herd koronatiltøk í verk

Bretska frábrigdið breiðir seg skjótt – nýggjar koronareglur settar í gildi á midnátt

Svandís Svavarsdóttir, heilsumálaráðkvinna (Savnsmynd: EPA)

Svandís Svavarsdóttir, heilsumálaráðkvinna (Savnsmynd: EPA)

2021-03-25 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá á midnátt eru nýggj koronatiltøk sett at galda í Íslandi. Hetta verður gjørt fyri at forða spjaðingini av serliga bretska frábrigdinum av koronasmittuni.

Nýggju tiltøkini verða galdandi í fyribils tríggjar vikur, upplýsir íslendska stjórnin.

Nú er ikki loyvt at savnast fleiri enn tíggju fólk. Hetta er tó ikki galdandi fyri børn, ið eru fødd eftir 2015.

Allir skúlar – eisini víðari lestur – verða stongdir til eftir páskir. Hetta er ikki galdandi fyri barnaansing.

Gudstænastur og átrúnaðarligir fundir verða avmarkaðir til 30 fólk.

Biohøllir, skeinkistøð, ítróttarfeløg, fittnesmiðstøðir, spælihøllir, leikhús og náttklubbar skulu øll steingja. Hárfríðkarar sleppa at halda fram.

Matstovur skulu steingja klokkan 21 og seinastu gestirnir verða farnir klokkan 22.

Samstundis boðaði Svandís Svavarsdóttir, heilsumálaráðkvinna frá, at ferð verður sett á koppsetingina av heilsustarvsfólkum og eldri borgarum, og fyri at halda ferðini uppi, er ætlanin at byrja at koppsseta við AstraZeneca aftur innan fyri komandi vikurnar.

Málið er at íslendska fólkið skal hava fingið floksmótstøðuføri áðrenn juli mánaður er farin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder