Mentan

Ísland úti - Finnland víðari

Í gjárkvøldið var fyrra hálvfinala í Eurovision sangkappingini í Malmö, har m.a. Finnland, Luksemborg, Kroatia og Írland vunnu sær pláss í finaluni – Ísland, Avstralia, Aserbajdsjan, Moldova og Pólland eru liðug í kappingini á hesum sinni

Vertir Malin Åkerman og Petra Mede (Mynd: EPA)

Vertir Malin Åkerman og Petra Mede (Mynd: EPA)

2024-05-08 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var fyrra hálvfinalan í ársins Eurovision sangkapping í Malmö, har 15 lond kappaðust um tíggju pláss í finaluni, sum verður leygarkvøldið.

Tey tíggju, sum vunnu sær pláss í finaluni í gjár vóru hesi:

  • Serbia - Teya Dora: "Ramonda".
  • Portugal - iolanda: " Grito".
  • Slovenia - Raiven: " Veronika".
  • Ukraina - Alyona Alyona & Jerry Heil: " Teresa & Maria".
  • Litava - Silvester Belt: " Luktelk".
  • Finnland - Windows95man: " No Rules!".
  • Kypros: Silia Kapsis: "Liar".
  • Kroatia - Baby Lasagne: "Rim Tim Tagi Dim".
  • Írland - Bambie Thug: " Doomsday Blue".
  • Luksemborg - Tali: "Fighter".

Tey fimm londini, sum ikki megnaðu at vinna sær finalupláss, vóru 

  • Avstralia - Electric Fields: "One Milkali (One Blood)".
  • Aserbajdsjan - Fahree feat. Ilkin Dovlatov: "Özünlə Apar".
  • Ísland - Hera Björk: "Scared of Heights".
  • Moldova - Natalia Barbu: "In The Middle".
  • Pólland - Luna: "The Tower".

37 lond luttaka í Eurovision í ár, og bert 26 sleppa víðari til finaluna.  Í annaðkvøld verður seinna hálvfinala, har tíggju finalistar afturat skulu finnast. Tá skulu m.a. Danmark og Noreg royna at vinna sær pláss í finaluni.

Sum vertur hevur Svøríki longu tryggjað sær eitt finalupláss, og tey fimm londini, sum fíggja størsta partin av Eurovision - Spania, Stórabretland, Frakland, Týskland og Italia - eiga frammanundan pláss í finaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder