Uttanlands

Íslendingar umhugsa av avtaka navnanevndina

Ætlanin er eisini at ganga burtur frá kravinum at geva faðir- ella móðirnavn sum eftirnavn

Íslendingar skulu avgera sjálvir, hvussu børn teirra skulu eita, heldur løgmálaráðkvinnan (Savnsmynd)

Íslendingar skulu avgera sjálvir, hvussu børn teirra skulu eita, heldur løgmálaráðkvinnan (Savnsmynd)

2020-10-13 18:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Íslandi er nú uppskot frammi um av avtaka navnanevndina, sum í Íslandi eitur mannanavnanevndin.

Navnanevndin er rættiliga umstrídd, tí hon umsitur listan yvir góðkend nøvn, sum íslendingar sleppa at kalla børn síni. Men um eitt lógaruppskot frá Áslaug Arnu Sigurbjörnsdóttir, løgmálaráðkvinnu, verður samtykt, so verður henda nevndin upployst.

Tey, sum taka undir við uppskotinum siga, at tað er ein mannarættur at kalla børn síni tað tey ynskja, og at royndir aðrastaðni frá vísa, at foreldur taka góðar avgerðir tá talan er um at geva børnunum navn.

Mótstøðufólkini siga, at í Íslandi er ein sterk og aldargomul siðvenja viðvíkjandi navnagávu, og at henda skal varðveitast. Tey vísa á, at navnanevndin jú loyvir undantøk frá galdandi siðvenju, skrivar ruv.is.

Formaðurin í navnanevndini, Aðalsetinn Hákonarson tekur sjálvur undir við broytingaruppskotinum. Hann vísir á, at sambært uppskotinum ber framvegis til at sýta fólkum at geva børnum nøvn, ið eru óhóskandi ella kunnu vera barninum at meini.

Sambært RUV umfatar lógaruppskotið annað enn avtøku av navnanevndini.

Farið verður eisini frá øðrum siðvenjum í íslendskari navnagávu, um uppskotið verður samtykt. Eitt nú er ætlanin at geva íslendingum møguleika at fáa so nógv nøvn, teimum lystir, og tað skal heldur ikki longur vera krav at tey skulu bera foreldranavn sum eftirnavn.

Fólk, sum hava havt ein truplan barndóm, og ikki ynskja at hava nakað við foreldur síni at gera, fegnast um møguleikan at fáa eitt annað eftirnavn, skrivar RUV.

Men mótstøðan móti broytingunum er eisini stór í Íslandi. Víst verður á, at talan er um eitt mentanarleyst uppskot, ið brýtur við ein sið, ið hevur verið galdandi í Íslandi síðan landnámstíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder