Uttanlands

Íslendskar kvinnur fara í verkfall í dag

Tað er framvegis neyðugt at gera vart við, at tað ikki er full javnstøða í landinum

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2023-10-24 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kvinnurnar í Íslandi sýta fyri at fara til arbeiðis í dag. Tær ætla sær heldur ikki at gera nakað til nyttu heima, ella ansa børnumum.

Í staðin fara tær út á gøturnar at krevja javnstøðu og -rætt.

Tað verður sostatt ein endurtøka av søguliga verkfallinum, tá íslendskar kvinnur henda dagin í 1975 støðgaðu virkseminum í landinum fyri at gera vart við teirra týdning fyri bæði samfelag og familjuna.

Yvir 40 felagsskapir taka undir við við tiltakinum. Millum tey, sum stuðla er landsins stjórnarleiðari, Katrín Jakobsdóttir, sum heldur ikki fer at vera við á nøkrum fundi í dag, eins og íslendska stjórnin hevur flutt sín vikuliga týsdagsfund. Forsætisráðkvinnan hevur eisini heitt á landið um ikki at taka av lønini hjá teimum, sum eru í verkfalli í dag.

Hinvegin eru tað fleiri privatir arbeiðsgevarar, sum als ikki taka undir við hesum, og ætla at taka av lønini hjá teimum, sum ikki koma til arbeiðis í dag, skrivar dr.dk.

[object Object]
Frá søguliga verkfallinum í 1975 (Savnsmynd)

Nógv undrast á, hví júst árið í ár er valt til at endurtaka kvinnuverkfallið í 1975, hví tað ikki verður bíðað til um tvey ár, tá fimmti ár eru liðin síðan søguliga verkfallið.

Freyja Steingrímsdóttir, frá felagnum fyri almenn starvsfólk í Íslandi, BSRB, sigur, at ongin orsøk er at bíða. Hóast Ísland helst er millum tey lond í heiminum við størst javnstøðu millum kynini, so er full javnstøða ikki uppnádd enn.

Hon vísir á, at íslendskar kanningar vísa, at tað framvegis eru stórir lønarmunir millum kvinnur og menn.

- Lønarmunurin er framvegis 20 prosent, tí kvinnur røkja tey vanligu “kvinnustørvini” innan heilsu, umsorgan, reingerð, ið eru undirmettar arbeiðsuppgávur.

Flestu skúlar og dagstovnar í Íslandi eru stongdir í dag, og sjúkrahúsið í Reykjavík hevur skrúvað niður fyri virkseminum, so flest møgulig starvsfólk fáa møguleika fyri at vera partur av verkfallinum.

Heitt verður á allar íslendskar menn um at vísa samhuga við at taka sær av arbeiðinum heima við hús í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder