Uttanlands

Ísrael er farið aftur í landkríggj móti Hamas í Gaza

Ongin ivi er um, at Ísrael ikki longur metir friðaravtaluna við Hamas vera galdandi

Ísraelskir stríðsvagnar á varðhaldi fram við markinum til Gaza. Nú eru teir farnir inn í Gaza-økið aftur (Mynd: EPA)

Ísraelskir stríðsvagnar á varðhaldi fram við markinum til Gaza. Nú eru teir farnir inn í Gaza-økið aftur (Mynd: EPA)

2025-03-20 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Tað var bert byrjanin”, segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, tá Ísrael týsnáttina fór undir ógvuslig álop í Gazageiranum.

Minst 470 palestinar eru sambært Hamas-myndugleikunum dripnir í ísraelsku álopunum hesa vikuna. Og veika vápnahvíldin, sum gav vón til nógv, er nú endaliga brotin, skrivar dr.dk.

Nú hevur Ísrael tikið næsta stig í ætlanini at niðurberja Hamas, og bera so í bandið, at hernaðarligi felagsskapurin ikki aftur fær ávirkan í Miðeystri.

Í gjár boðaði ísraelski herurin, IDF, at tey nú eru farin undir “málrættað virksemi á landi” í sunnara og miðpartinum av Gaza.

Sambært IDF eru tey nú til staðar í sokallaða Netzarim-geiranum, ið røkkur tvørtur um Gazageiran, skrivar BBC.

Ísraelski herurin fór annars úr økinum í farna mánaði, sum partur av vápnahvíldaravtaluni millum Hamas og Ísrael.

Samstundis eru herlið úr Ísrael send til sunnara part av Gaza, har fyrireikingar verða gjørdar til framtíðar átøk, skrivar Times of Israel.

At Netanyahu nú aftur sendir stríðsvagnar og fótfólk inn á palestinskt øki í Gaza er í tráð við ísraelsku raðfestingarnar móti Gaza, vísir David Vesterskov, ráðgevi í danska Forsvarsakademinum á fyri Danmarks Radio.

Ovasta raðfesting hjá Ísrael er at skipa so fyri, at Hamas verður avtikið, bæði politiskt og hernaðarliga.

Næstovast er at fáa gíslar út, sigur David Vesterskov.

Sambært AP tíðindastovuni eru 59 gíslar eftir í Gazageiranum. Av teimum heldur Ísrael, at minst 35 av teimum eru deyð.

Danmarks Radio skrivar, at ongin ivi er um, at Netanyahu nú merkir trýst á sær.

Øðru megin standa partar av ísraelska fólkinum við einum brennandi ynski um at fáa teir seinastu gíslarnar út úr hondunum á Hamas, og hinumegin standa fólk sum Itamar Ben-Gvir, sum nú aftur hevur tikið sess í ísraelsku stjórnini.

Ben-Gvir, sum umboðar allar uttasta høgravong í Ísrael, tók seg úr stjórnini sum mótmæli móti vápnahvíldaravtaluni við Hamas. Hann helt, at talan var um at geva seg yvir fyri einum yvirgangsfelagsskapi.

- Tað at Itamar Ben-Gvir er komin uppíaftur stjórnina sigur okkum, at Ísrael ikki longur kennir seg sum part av vápnahvíldini frá januar mánaði, sigur Nanna Muus Steffensen, journalistur hjá Danmarks Radio í Ísrael.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder