Uttanlands

Ísrael: Eru til reiðar at samráðast

Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig av vápnahvíldini, sum endaði fyri tveimum vikum síðani, meðan Hamas ynskir at fara víðari til næsta stig, sum skal slóða fyri varandi vápnahvíld

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-03-16 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael er til reiðar at taka samráðingarnar uppaftur um vápnahvíld í Gaza.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur, at hann hevur heitt á síni semingsfólk um at fyrireika nýggjar samráðingar.

Fyrr í vikuni segði palestinska Hamas-rørslan, at hon var sinnað at taka samráðingarnar uppaftur eftir at hava fingið eitt uppskot um avtalu um vápnahvíld frá einum av londunum, sum hava meklað í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.

Sambært uppskotinum skal Hamas leyslata ísraelsk-amerikanska Edan Alexander, sum sigst at vera seinasti núlivinda amerikanski gíslin, sum er eftir í Gazageiranum, umframt líkini av fýra øðrum gíslum.

Skrivstovan hjá Netanyahu sigur í tíðindaskrivi, at ísraelsku semingsfólkini fara at hava óbeinleiðis samband við Hamas. 

Fyrsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum byrjaði 19. januar, endaði fyri umleið tveimum vikum síðani, og eftir hetta tók Ísrael avgerð um at steðga atgongd til neyðhjálp í Gaza.

Undir fyrsta stigi vórðu fleiri gíslar og fangar leyslatnir. Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig, meðan Hamas ynskir at fara víðari til næsta stig, sum skal slóða fyri varandi vápnahvíld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder