Uttanlands

Ísrael: Heita á fólk um at mótmæla

Ísraelski andstøðuleiðarin heitir á fakfeløg, arbeiðsgevarar og lokalar myndugleikar um at fara í verkfall, og avvarðandi hjá gíslunum í Gaza heita á fólk um at fara út at mótmæla fyri at leggja trýst á stjórnina

Yair Lapid, andstøðuleiðari og fyrrverandi ísraelskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Yair Lapid, andstøðuleiðari og fyrrverandi ísraelskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2024-09-01 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski andstøðuleiðarin, Yair Lapid heitir á fakfeløg um at fara í verkfall og leggja landið lamið fyri at leggja trýst á stjórnina.

Hetta fyri at mótmæla, eftir at seks gíslar vórðu funnir deyðir í Gaza. Lapid heitir á "øll, sum hava fingið hjartað knúst" um at fara út á gøtuna at mótmæla.

Les eisini: Hava funnið seks deyðar gíslar

– Netanyahu og deyðsstýrið tóku avgerð um ikki at bjarga gíslunum, sigur hann og heitir á fakfeløg, arbeiðsgevarar og lokalar myndugleikar um at leggja arbeiðið niður.

Felagsskapurin "Bring Them Home Now", sum umboðar avvarðandi hjá ísraelskum gíslum í Gaza koma eisini við áheitan um at mótmæla í Jerualem og Tel Aviv.

Felagsskapurin heitir á alla tjóðina um at standa saman við teimum avvarðandi fyri at mótmæla stjórnini, sum sambært teimum hevur slept gíslunum upp á fjall.

Embætisfólk hjá Hamas hevur eisini givið Ísrael skyldina fyri, at hesir seks gíslarnir vórðu dripnir. Ísrael var "ikki sinnað at gera eina avtalu", sigur hann sambært Ritzau og sipar til samráðingar í Katar og Egyptalandi í august, sum ikki endaðu við nakrari avtalu millum partarnar.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur hinvegin, at Hamas-leiðarar hava ábyrgdina.

– Tey, sum drepa gíslar ynskja ikki eina avtalu, sigur hann og leggur afturat, at Ísrael ætlar at fanga teir, sum hava dripið gíslarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder