Uttanlands

Ísrael hevur bumbað Hamas mál í nátt

Úr Gaza frættist, at minst 200 fólk lótu lív í álopunum – vápnahvíldin fór úr gildi 1. mars

Hundraðtals fólk lógu eftirá í Gaza í nátt (Mynd: EPA)

Hundraðtals fólk lógu eftirá í Gaza í nátt (Mynd: EPA)

2025-03-18 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísrael hevur í nátt framt umfatandi loftálop móti Hamas-málum í Gaza. Tað váttar Ísrael, sambært Reuters tíðindastovuna.

BBC skrivar, at ísraelski herurin hevur boðað frá, at hann hevur framt atsóknir móti sokallaðum “yvirgangsmálum”.

Tølini eru ymisk um, hvussu nógv doyðu í álopunum í nátt. Ein talsmaður fyri heilsumálaráðið í Gaza, sum er undir Hamas-leiðslu sigur, at minst 200 fólk hava latið lív. Hetta tal er ikki váttað.

Talan er um ógvuligasta álopið á Gaza síðan vápnahvíld varð fingin í lag millum Ísrael og Hamas 19. januar. Fyrsta umfar av hesi vápnahvíldini fór úr gildi 1. mars, skrivar dr.dk.

Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, varð lopið á, tí Hamas framhaldandi sýtur fyri at lata gíslar leysar, skrivar Reuters.

BBC skrivar, at tað vóru Benjamin Netanyahu og Israel Katz, verjumálaráðharri, sum góvu boð um at leypa á, og amerikanski miðilin Fox News skrivar, at Ísrael ráðførdi seg fyrst við USA.

Fyrsta umfar av vápnahvíldini varð fingin í lag við eitt nú amerikanskari hjálp. Henda avtala gekk út 1. mars, og tað fara í løtuni samráðingar fram um annað umfar, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder