Uttanlands

Ísrael lopið á sjúkrahús í Gaza býi

Sjúklingar vórðu fluttir burtur undan álopinum, og eingin fólkaskaði er fráboðaður

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-04-13 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bygningur, sum var partur av al-Ahli-sjúkrahúsinum í Gaza býi, var fyrrapartin rakt av einum ísraelskum rakettálopi.

Sambært heilsustarvsfólkum í økinum, vóru móttøkan og skaðastovan á sjúkrahúsinum, sum er tað síðsta virkandi sjúkrahúsið í býnum, oyðiløgd, skrivar Reuters.

Boðað verður ikki frá nøkrum fólkaskaða. Sjúklingar vórðu fluttir burtur undan álopinum, eftir at ein persónur fekk eina fráboðan frá einum, sum segði seg vera frá ísraelsku trygdartænastuni.

Sambært ísraelska herinum varð sjúkrahúsið brúkt av herfólkum hjá Hamas til at leggja álop til rættis, og at herurin royndi at minka um skaðan á sivilfólk, áðrenn tey lupu á økið.

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza er sjúkrahúsið ikki longur í nýtslu.

Tað var í mars mánað, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas, sum kom í lag í januar, fór úr gildi. Ísraelsku álopini halda fram, inntil teir 59 gíslarnir, sum eru eftir í Gaza, vera leyslatnir, verður sagt úr Ísrael.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder