Ísraelsk politistalið í stríðsbúnum hava í fleiri dagar verið í stríð við víðgongd rætttrúgvandi jødar, sum ikki vilja akta boðunum frá myndugleikunum til tess at forða spjaðingini av koronavirus.
Løgreglufólkini hava fingið stuðul frá tyrlum og dronum í stríðnum móti teimum ultraortodoksu í teirra býarpartum, har sjúkan spjaðist skjótari enn aðra staðni í Ísrael.
- Verði heima, ljóða boðini frá tyrlunum.
Hesa vikuna hava viðurskiftini til tey ortodoksu verið spent, tí tey ikki fylgja boðunum um at halda frástøðu.
Hetta kom til sjóndar herfyri í býarpartinum Bnei Brak nærhendis Tel Aviv, har tað nærum bert víðgongdir jødar búgva.
Her vóru fleiri hundrað fólk við til jarðarferðina hjá einum kendum rabbina, Tzi Shenkar.
Tey vildu ikki fylgja boðunum hjá stjórnini um, at ikki fleiri enn 20 fólk mugu savnast til eitt nú jarðarferðir, og at tey skulu halda seg minst tveir metrar frá hvørjum øðrum.
Fleiri funnust at jarðarferðini. Eisini høgtstandandi limir í ultraortodoksa samfelagnum.
Yaakov Litzman, heilsumálaráðharri, sum sjálvur er ultraortodoksur jødi, sigur, at hann hevur biðið Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra um at byrgja býin av.
- Støðan er ræðandi. Hvønn dag er vandi fyri, at fólk doyggja, sigur Litzman við eitt ísraelskt blað.
Stjórnin sigur, at tey umhugsa at steingja býin av.
Ráðharraskrivstovan hjá Litzman hevur fyribils váttað, at 4.800 eru smittað við korona. Tann fyrsti smittaði varð staðfestur í februar, og síðan eru 17 fólk deyð við covid-19.
Miðlar í Ísrael skriva, at helmingurin av teimum sjúku eru víðgongd rætttrúgvandi jødar, hóast hesi fólk bert eru 10 prosent av samlaða fólkatalinum. Flest smittað eru í Jerusalem, har nógv ortodoks búgva.
Løgreglan hevur tyrlur og dronur í luftini fyri at ansa eftir, um størri mongdir savnast til gudstænastur uttandura, nú allar synagogur hava fingið boð um at lata aftur.
Tá løgreglan setti inn móti eini mótmælistongu í Mea Sharim og handtók fleiri ultraortodoksar menn, varð rópt ”nazi” eftir løgregluni. Tey mótmæltu, at synagoga teirra er stongd undir koronakreppuni.
Fleiri rabbinar vísa koronaóttanum frá sær, og stórur partur av teimum ultraordoksu viðurkenna ikki heimildina hjá stjórnini. Tey virða bert tað guddómliga, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald