Uttanlands

Ísrael skotið niður sýriskt hernaðarligt jettflogfar

Flogfarið fleyg inn í ísraelskt luftøki

Patriot-rakettskipan (Mynd: CNN)

Patriot-rakettskipan (Mynd: CNN)

2018-07-24 14:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ísraelski herurin hevur fyri áleið einum tíma síðani skotið niður eitt sýriskt hernaðarligt jettflogfar.

Sukhoi jettflogfarið fleyg tveir kilometrar inn í ísraelskt luftøki, tá ísraelskar verjueindir skutu tvær Patriot rakettir eftir flogfarinum.

Ísraelski herurin sigur, at tey hava sæð eina øking í innanhýsis bardøgum í Sýria tætt við Ísrael, m.a. eina øking í virkseminum hjá sýriska herinum.

CNN skrivar, at ótti er fyri, at hernaðarliga stríðið í økinum fer at versna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder