
Ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Benjamin Dagan, vitjaði í gjár saman við frú Irit Ráðhúsið.
Vitjanin er í sambandi við ísraelsku filmsdagarnar, sum settir vórðu í Havnar Bio í gjárkvøldi, men talan er eisini um fyrstu vitjan Benjamins í Føroyum, so høvið var eisini at kunna seg um føroysk viðurskifti.
Á stuttum fundi kunnaðu trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin um ymisk viðurskifti í høvuðsstaðnum og Føroyum sum heild.
Sendiharrin var hugtikin av Føroyum og móttøkuni, sum hann hevði fingið. Hann greiddi eisini frá ymsum samstarvsmøguleikum, ið hann metti kundu vera millum føroyskar og ísraelskar stovnar og fyritøkur, eitt nú innan útbúgving, kt og mentan, harundir tónleik, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Ísraelsku filmsdagarnir í Havnar Bio verða frá 12. - 14. november 2018. Tað er ísraelska sendistovan í Keypmannahavn, sum hevur útvegað Filmsfelagnum tríggjar nýggjar virðisløntar filmar at vísa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald