Sendiharrin hjá Ísrael í Danmark, Benjamin Dagan, og konan, Irit, koma á stutta óalmenna vitjan í Føroyum í komandi viku, har sendiharrin eitt nú skal hitta løgmann, landsstýrismannin við uttanríkis- og vinnumálum, og aðrar politikarar. Eisini hittir hann ríkisumboðskvinnuna.
Áðren Benjamin Dagan var innsetur sum sendiharri í Keypmannahavn arbeiddi hann í ísraelsku uttanríkistænastuni sum varaleiðari og leiðari á deildini fyri uttanríkispolittiska granskingarøkinum,.
Ísraelska sendistovan í Keypmannahavn hevur útvegað tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum í næstu viku. Ísraelsku filmsdagarnir eru almennir, og krevja ikki nakran limaskap. Filmarnir verða vístir í døgunum 12.-14. november.
Filmurin ”Foxtrot” er einasti filmur úr Ísrael, sum er skotin upp at fáa eina Oscarvirðisløn, og tí nógv tann kendasti úti í heimi. Tað var í fjør, at ”Foxtrot” varð í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. ”Foxtrot” verður sýndur í upprunaversjón men við donskum undirteksti. Hinir filmarnir verða eisini sýndir í upprunaversjón, men við enskum undirteksti.
Til frumsýningina av ”Red Cow” mánakvøldið 12. november verður boðið uppá eitthvørt gómagott úr Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald