placeholder
Uttanlands

Italia: 20 fólk latið lív í illveðri

Ógvusligt illveður atvold til deyðsføll og skaðar fyri milliardir evrur

2018-11-03 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 20 fólk hava latið lív í illveðrinum, sum hevur herjað í Italia hesa vikuna. Tað er millum annað omanlop og koppað trø, ið eru orsøkirnar til deyðsvanlukkurnar.

Sambært lokalu myndugleikunum hevur illveðrið elvt til skaðar fyri milliardir Evrur. 

Í Norðuritalia, har vindurin kom uppá 42 m/s, eru stór skógarøki oyðiløgd.

Fyrr í vikuni lógu stórir partar av italska býnum Venedig undir vatni, eftir at vindurin hevði fingið vatnstøðið uppá 156 centimetrar.

Væntað verður, at ringa veðrið heldur fram restina av vikuskiftinum, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder