Innanlands

Ivan Niclasen nýggjur stjóri í Kringvarpinum

Nýggjur stjóri er settur eftir at Johnny í Grótinum fór úr starvi

2018-10-26 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur eftir innstilling frá eini setanarnevnd avgjørt at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum stjóri í Kringvarpinum.

Tað skrivar Kringvarpsstýrið í tíðindaskrivi fyrrapartin.

Ivan er 58 ár. Hann er útbúgvin sum kandidatur í søgu og hevur tikið master útbúgving í globalisering og integratión. Ivan hevur starvast innan sjónvarps- og útvarpsmiðlar síðan 1991 og hevur drúgvar royndir í Kringvarpinum, m.a. sum programleiðari og tíðindaleiðari.

Síðan 2015 hevur Ivan verið mentanarsamskipari og redaktørur á Mentanardeildini í Kringvarpinum.

Ivan, sum býr í Miðvági, tekur við starvinum so skjótt tær praktisku umstøðurnar loyva tí, sigur kringvarpsstýrið.

Síðani Johnny í Grótinum fór úr starvi 14. juni hevur Kári Sólstein røkt starvið sum stjóri á stovninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder