- Tað hevði gjørt tað, at vit fyri umverðini høvdu víst, at vit ikki eru búgvin at hava uttanríkispolitiskar heimildir, at vit ikki kunnu samskifta í trúnaði við lond, og at tey kunnu rokna við, at tað kemur út í miðlarnar stutt eftir. Tí hildu vit at tað var neyðugt at steðga hesum her.
Orðini eigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Breddanum í dag, tá hann varð spurdur um fútabannið móti Kringvarpinum. Fútabannið kom í gjárkvøldið, tjúgu minuttir áðrenn Dagur & vika skuldi í luftina, og Kringvarpið kundi tí ikki greiða Føroya fólki frá hvat var farið fram á einum fundi 11. november millum føroyskar myndugleikar og danskar myndugleikar.
- Fútaforboð er nakað sum hendir her og nú. Tað var sum tit søgdu, tjúgu minuttir í sjey. Man hevði roynt at prátað við Kringvarpið, men Kringvarpið segði “at hetta hevur almennan áhuga og vit mugu út við hesum”, sum Bárður á Steig Nielsen orðaði seg.
- Tá tað er sagt, so ivist eg í, um reaktiónirnar høvdu verið so kraftigar, um tað var sent í Dag & viku í gjárkvøldið. Men eg haldi, at tað sum Kringvarpið ætlaði at gera í gjár, hevði ikki tænt Føroyum sum samfelag, segði løgmaður.
Løgmansskrivstovan sendi í dag tíðindaskriv út til miðlarnar um, at Kringvarpið hevði ætlanir at brúka eina upptøkum sum stovnurin av órøttum hevði fingið hendir á.
Í Degi & viku í kvøld var greitt frá, at talan var um eina upptøku av eini samrøðu millum Helga Abrahamsen og aðalstjóra hansara, Herálv Joensen. Helgi Abrahamsen hevði fingið mikrofon á av Kringvarpinum í sambandi við eina avtalaða samrøðu um Huawei, men varð kallaður í einarúm, og kunnaður um hvat var hent á fundinum millum kinesiska sendiharranum og landsstýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald