2018-12-13 10:50
Íverksetarahúsið í Klaksvík bjóðar lesandi útisetum at nýta høli hjá teimum til lesnað, nú útisetarnir eru heima um jólini.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at talan er um hølini hjá Fjarnám í Íverksetarahúsinum, har góðar umstøður eru til at lesa og møguleiki at hitta onnur lesandi og íverksetar.
Eisini er møguleiki at hitta lestrarvegleiðaran á staðnum. Les meiri um tilboðið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald