Fyrrverandi formaðurin fyri EF- og ES-nevndina, fransmaðurin Jacues Delors, er deyður, 98 ára gamal.
Tað upplýsti dóttirin, Martine Aubry, í dag gjøgnum AFP-tíðindastovuna.
Delors varð kallaður akritekturin, ið stóð fyri ES-samveldinum.
Hann sovnaði stillisliða í heimi sínum í Paris, skrivar AFP.
Jacques Delors var í 1985 valdur til formann til tað, sum tá kallaðist EF-nevndin, og hann sæt á embætinum í tíggju ár – tíggju ár, sum veruliga fingu ferð í menningina av evropeiska samstarvið.
Síðan 1993 hevur heitið verið ES-nevndin, sum hann sostatt eisini náddi at vera formaður fyri.
Við Delors á odda megnaði ES bæði at seta á stovn innara marknaðin og eisini samtykkja sokallaða Maastricht-sáttmálan, sum er grundarlagið fyri ES-samveldinum.
Jacques Delors var búskaparfrøðingur, og byrjaði innan bankaverðina áðrenn hann gjørdist franskur embætismaður. Í 1969 gjørdist hann ráðgevi hjá táverandi franska forsætisráðharranum Jacques Chaban-Delmas, sum umboðaði gaullistaflokkin.
Í 1974 gjørdist Delors limur í franska sosialistaflokkinum, og varð valdur í Evropatingið frá 1981 til 1984. Í 1985 gjørdist hann formaður í EF-nevndini.
Tey, ið hava sitið sum forfólk í ES-nevndini síðan Delors, eru Jacques Santer 1995-1999, Romano Prodi 1999-2004, José Manuel Barroso 2004-2014, Jean-Claude Juncker 2014-2019 og Ursula von der Leyen 2019-.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald