Ítróttur

Jákup á Borg: Málið og lykilin er at fáa ein sigur í morgin

B36 er í favorittleiklutinum, og Jákup á Borg slær fast, at B36 fer at spæla sítt spæl, og hevur góðan møguleika at koma víðari

Jákup á Borg sær B36 sum favoritt í uppgerðini ímóti St Josep's, men slær fast at tað verður torført, og at tað mest umráðandi er at vinna í morgin
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Jákup á Borg sær B36 sum favoritt í uppgerðini ímóti St Josep's, men slær fast at tað verður torført, og at tað mest umráðandi er at vinna í morgin (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-06-27 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skulu B36 og KÍ í eldin í Evropa League. KÍ trekti Birkirkara av Malta, og er á útivølli fyrst.  B36 skal spæla ímóti St Josephs`s av Gibraltar, og í annaðkvøld er fyrri dysturin í Gundadali.

Vit hava fingið orðið á Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36. Hann greiðir soleiðis frá fyrireikingunum hjá B36 til dystin:

- Vit royna at fyrireika okkum so væl sum gjørligt, og tað er rættiliga líkt tí vanliga. Føroyskur fótbóltur er vorðin so proffesionellur, so fram ímóti hvøjum dysti í Betri-deildini eru fyrireikingarnar sera góðar. Eg havi hugt meira eftir video og studera mótstøðliðið meira enn vanligt, av tí at eg ikki kenni St Joseps's so væl. Nú hava nógvir av leikarunum eisini fingið summarfrí, so teir kunnu slappa meira av, og hugsa meira um hvíld, at eta rætt o.s.fr, soleiðis at teir eru optimalt fyrireikaðir.

Er tað ein fyrimunir at spæla á heimavølli í vandum umstøðum í fyrra dystinum ?

- Fleiri halda, at tað er betri at spæla á útivølli fyrst, har man eventuelt kann fáa eitt útivallarmál við heim. Persónliga dámar mær væl at spæla fyrsta dystin heima, har vit koma at spæla í einum kendum umhvørvi og frammanfyri okkara fjeparum. Men tað hugsi eg tó ikki so nógv um.

B36 kom víðari í Evropa í bæði 2005 og 2006. Seinastu árini hevur tað verið nær við fleiri ferðir, men tað hevur verið júst ov stutt í fleiri førum. Í fjør tapti B36 tvær ferðir 2-1 ímóti Nomme Kalju úr Eslandi í tveimum tøttum dystum. Sambært Jákupi á Borg, eru teir í B36 sera motiveraðir uppá, at hesaferð skal tað verða:

- Tað spælir heilt sikkurt inn, at vit hava verið nær við fleiri ferðir seinastu árini. Vit vóru sera nær við í Champions League í  2012, tá vit taptu eftir brotssparkskapping ímóti Linfield, og ímóti Valetta í 2016. Í fjør spældu vit eisini tveir tættar dystir men ruku út. So vit vilja sera gjarna koma víðari hesuferð. Leikararnir hava ikki uppliva at koma víðari í Evropa, og eg havi heldur ikki roynt tað; hvørki sum venjari ella leikari. So tað hevði verið stuttligt Tað verður sjálvandi trupult, tí vit kenna ikki mótstøðuliðið. Men vit eru ikki smædnir at siga, at lutakastið var gott, og at vit eru favorittar. 

B36 hevur ein eyðkendan leikhátt í føroysku kappingini. Liðið roynir at halda uppá bóltin, stýra dystunum, og vinna bóltin skjótt tá teir missa hann. Men fara Jákup og B36 at koyra við sama leikhátti í hesum evropeisku uppgávunum:  

- Eg havi fingið kritikk og prik fyri, at eg til tíðir eri ov naivir, m.a. tá vit spæla í Evropa; at tað er ov álopskent o.s.fr. Men liðið hjá mær er gjørt til at leypa á, og til at spæla aggresivan pressfóbólt. Vit gera møguliga onkrar smáar justeringar til dystin ímóti St Joseph`s, men okkara vanliga spæl hevur ført okkum her til, og tað fara vit eisini at spæla í Evropa League.

Til seinast spurdu vit Jákup á Borg, hvat eitt gott úrslit er hjá B36 í fyrra dystinum:

- Ja, nú er hetta fyrri hálvleikur. Tað verður ein heilt øðrvísi uppgáva at fara niður til Gibraltar. At fáa ein sigur hóskvøldið, er tað mest umráðandi, og tað er tað, sum vit fara eftir og hopa uppá. Vit vilja helst halda nullið og fyrst og fremst vinna. Um tað verður við meira enn einum málið, so er tað bara eitt bonus.

Dysturin ímillum B36 og St Joseph`s veðrur bríkslaður í gongd í Gundadali klokkan 19.00 í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder