- Málið er eisini flovisligt fyri núverandi kringvarpsstjóran, Ivan Niclasen, sum við sínum lesarabrøvum aftaná uppsøgnina av Liljuni Weihe var sera íðin at verja Johnny í Grótinum og við til at royna at rættvísgera, at rættindini hjá Liljuni Weihe blivu brotin.
Soleiðis sigur Jan Lamhauge í skrivinum, sum hann hevur latið fulltrúa í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Í skrivinum leggur hann eftir Johnny í Grótinum og sigur, at tað er ein felags skomm í Kringvarpinum, tí so nógv fólk trúðu fyrrverandi kringvarpsstjóranum, sum sambært Jan Lamhauge fsegði skeivar søgur fyri journalistum.
Les eisini: Jan Lamhauge: Stjórin segði skeivar søgur fyri journalistum
Ein hending, sum hevur fingið serliga nógva umtalu, er kjak, sum var eftir Dag og Viku 26. september í 2017. Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS varð bjóðaður í sjónvarpsstovuna at kjakast um frágreiðingina hjá Bárði Larsen um skattamálið. Eftir málið hevur Liljan Weihe havt á lofti, at tað var Johnny í Grótinum, sum gjørdi avtalu við Eyðun Mørkøre um samrøðuna, og at hann sostatt fór útum sínar uppgávur sum stjóri á Kringvarpinum. Men Ivan Niclasen, sum var redaktørur á Degi og Viku hettar sama kvøldið, hevur sagt at hann gjørdi avtalu við Eyðun Mørkøre. Jan Lamhauge heldur tó ikki, at tað hevur nakað at siga, at hann var redaktør, tí tað var bert sum avloysari.
- Í sínum lesarabrøvum undirskrivaði Ivan Niclasen seg sum "redaktørur". Ein meira beinrakin undirskrift hevði verið "avloysandi redaktørur". Tì Ivan Niclasen arbeiddi á Mentanardeildini, har hann framleiddi frálíkar siðsøguligar sjónvarpssendingar og útvarpssendingar við klassiskum tónleiki, sigur Jan Lamhauge og leggur afturat, at Ivan Niclasen onki innlit hevði í skattamálið.
- Hann hevði millum lítið og einki innlit í "skattamálið". Tilvildin vildi tað soleiðis, at hann avloysti sum redaktørur á D&V tann dagin, tá Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, var gestur greiðir Jan Lamhauge frá. Hann heldur, at hesin parturin hevur fingið alt ov nógva rúmd í viðgerðini av málinum frá Mentamálaráðsins síðu, og at tað í veruleikanum var fullkomiliga líkamikið, at Ivan var redaktør.
- Av órannsakiligum orsøkum helt Ivan Niclasen knappliga seg sjálvan vera høvuðspersón í málinum. Men tann tilvildarliga vaktin, tá Ivan Niclasen var redaktørur, var ein líkagyldig bagatell, og skuldi tí aldrin fingið tað rúmd, sum hon fekk hjá MMR, sigur Jan Lamhauge um núverandi stjóran á Kringvarpinum.
Les eisini: Jan Lamhauge: Skommin er veika samanhaldskraftin í KVF
Les eisini: Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald