Uttanlands

Jane Goodall í Netflix-útgávu av "Det sidste ord"

Netflix hevur keypt rættindini til danska sjónvarpskonseptið uttanfyri Skandinavia, og fyrsti partur av "Famous Last Words" við heimskenda sjimpansuserførðinginum, sum andaðist herfyri, er nú tøkur

Jane Goodall andaðist mikudagin, 91 ára gomul (Mynd: EPA)

Jane Goodall andaðist mikudagin, 91 ára gomul (Mynd: EPA)

2025-10-05 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin andaðist sjimpansuserfrøðingurin Jane Goodall, men áðrenn deyða hennara náddi hon at gera samrøðu til Netflix-røðina "Famous Last Words", og fríggjadagin kom fyrsti parturin út.

Nýggja røðin byggir á donsku røðina "Det sidste ord", har samrøður verða gjørdar við kend fólk at almannakunngera eftir deyða teirra.

Samrøðan við Jane Goodal varð gjørd í mars, skrivar Ritzau.

Les eisini: Sjimpansuserfrøðingurin Jane Goodall gjørdist 91 ára gomul

Í samrøðuni heitir hon á fólk um ikki at geva upp.

– Vilt tú bjarga tí, sum framvegis er vakurt í hesum heimi, hugsa um tað, tú gert hvønn dag. Gev ikki upp. Har er ein framtíð fyri teg, sigur hon m.a.

Tað var í juli 2024, at Netflix boðaði frá, at mann hevði keypt rættindini til "Det sidste ord" uttan fyri Skandinavia.

Í donsku røðini eru átta partar komnir út, síðan fyrsti partur varð vístur í august 2020. Fyrsti partur vísti eina samrøðu við tónaskaldið Bent Fabricius-Bjerre. Í kvøld verður 9. partur í røðini vístur á TV2, har tosað verður við filmsleikstjóran Jørgen Leth.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder