Innanlands

Januar harmast um stóra bót

Grannskoðaravirkið hevur fingið 100.000 krónur í bót fyri brot á reglurnar um óheftni

2018-10-10 07:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grannskoðaravirkið Januar hevur tikið við eini bót á 100.000 krónur, sum Grannskoðaranevndin hevur givið virkinum fyri sokallað óheftnisbrot.

Hesum boðar grannskoðaravirkið frá í dag í tíðindaskrivi, har felagið harmast um bótina og vísir á, at tað ikki er samt við Grannskoðaranevndina í úrskurðinum.

Talan er um brot á grein 22, stykkini 4 og 6 í grannskoðaralógini og kunngerðina um óheftni, grein 5, nr. 1, har Grannskoðaranevndin hevur mett, at Hans Laksá, løggildur grannskoðari, hevur givið einari fyritøku grannskoðaraátekning á ársfrásagnir, samstundis sum grannskoðaravirkið eisini hevur veitt roknskaparhálp við at seta ársfrásagnirnar upp.

- Vit eru ósamd við Grannskoðaranevndina og harmast, at vit hava fingið bót fyri eitt brot, sum vit ikki meta okkum hava framt. Vit kundi roynt málið í rættinum, men talan hevði verið um eina alt ov drúgva próvførslu, sum vit ikki ynskja at brúka tíð og orku uppá, sigur Hans Laksá, løggildur grannskoðari hjá Januar í tíðindaskrivinum.

Hann vísir á, at Januar hevur verið í sambandi við kundan, sum eins og grannskoðaravirkið, hevur ta fatan, at Januar ikki hevur veitt roknskaparhjálp, og at Januar bert hevur verið inni í nøkrum praktiskum viðurskiftum í elektronisku uppsetingini fyri at tryggja, at roknskaparuppsetingin var samsvarandi nýggju roknskaparreglunum, ið vórðu settar í gildi fyri nøkrum árum síðani.

- Hetta er fyrsta mál av sínum slag, og tí er talan um ein tulkingarspurning, har vit eru ósamd við Grannskoðaranevndina. Men vit taka bótina til eftirtektar, uttan at fara í rættin við málinum, sigur Hans Laksá, sum í sama viðfangi fegnast um, at Grannskoðaraeftirlitið í síni góðskumeting av Januar, góðkendi grannskoðaravirkið uttan stórvegis viðmerkingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder