
Undirvísing í føroyskum sum annaðmál hevur verið raðfest hægri seinnu árini, men ikki í tann mun, sum hetta økið kostar.
Hetta staðfestir Skúlablaðið í nýggjari grein á heimasíðu sínari.
Síðsta skúlaár vóru 4,5 milliónir krónur brúktar til økið. Skúlablaðið staðfestir aftur, at økið hevur fingið størri játtan, men ikki samsvarandi ta upphædd, sum er brúkt. Samgonguskjalið nevnir, undir “Føroyskt sum annaðmál”, at fleiri tímar skulu játtast til undirvísingina til børn. Hvat ætlar landsstýrismaðurin á økinum?
- Sjálvsagt eigur meiri peningur at verða settur av til hetta økið; hvussu nógv tori eg ikki at siga enn, men vit eiga at raðfesta økið. Nógv er sett í verk seinastu árini, og mín varhugi er, at tað hevur eydnast væl. Tað, sum tað snýr seg um, er at skapa so góðar umstøður hjá tilfytarum fyri málmenning og integratión sum til ber.
Sambært Djóna Nolsøe Joensen er júst fólkaskúlin ein lykil í tí, sum integratión er:
- Í hesum sambandi hevur fólkaskúlin so ómetaliga nógv at siga, tí júst har hava næmingarnir felagsskapin og javnaldrarnar, sum teir kunnu læra so nógv av. Tað leggur lunnar undir, at barnið betur kann verða integrerað í føroyska samfelagið. So pengar mugu eisini fylgja við, so teir fáa so góða undirvísing sum til ber.
Les eisini: Undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki eittans uppgáva hjá fólkaskulanum
Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum er fleirfaldaður eftir fáum árum. Fyri tveimum árum síðan metti Undirvísingarstýrið, at nýtslan til hesa undirvísingina var farin frá 2 til 5 milliónum eftir fáum árum, uttan at játtanin til fólkaskúlan var vaksin samsvarandi.
Tey, sum sambært kunngerð hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál heimilar undirvísing í móttøkuflokkum. Sum er, eru tveir móttøkuflokkar fyri næmingar í fólkaskúlanum, annar í Tórshavnar Kvøldskúla og hin í Runavíkar skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald