Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við einari millión í 2025, og arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahúsið í Føroyum heldur fram.
Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús: Heilsugranskingareindin er styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar semjur og avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar.
Virksemi í 2025
Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum tekur støði í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023.
Arbeitt verður í løtuni við at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið. Lógaruppskotið um universitetssjúkrahús er í løtuni til ummælis hjá avvarðandi pørtum, og verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í februar 2025 (tilmæli 3 í álitinum).
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya arbeiða við at orða eina strategi fyri framtíðar heilsugransking (tilmæli 7 í álitinum). Ætlanin verður væntandi liðug á heysti 2025. Ein avtala er undirskrivað millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um hetta samstarvið (tilmæli 15 í álitinum).
Harumframt arbeiðir Fróðskaparsetur Føroya við at fyrireika APN-útbúgvingina (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og at kanna møguleika fyri at seta læknaútbúgving á stovn í Føroyum (tilmæli 10 og 11 í álitinum).
Við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk. Hetta fer væntað at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum.
Í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023 eru millum annað mál sett um, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaða rakstrinum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Meira kann lesast um Universitetssjúkrahúsið HER
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald