Innanlands

Javnaðarflokkurin nú størstur aftur

Veljarakanning: Støðan óbroytt millum andstøðu og samgongu, men flokkarnir taka frá hvørjum øðrum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-29 14:56 Author image
Ingi Samuelsen

Um val hevði verið til løgtingsvalið nú, so hevði Javnaðarflokkurin verið størsti flokkur og Fólkaflokkurin næststørstur. Men Sambandsflokkurin er nú nær við at taka Fólkaflokkin aftur.

Valdsbýtið í tinginum er óbroytt í mun til undanfarnar veljarakanningar – 17 til andstøðuna og 16 til samgonguna – og í mun til seinastu kanning er bert hend ein broyting. Sambandsflokkurin tekur ein tingsess frá Fólkaflokkinum.

Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri Portalin. Sunnudagin vóru 500 veljarar spurdir hvønn flokk tey høvdu valt, um løgtingsval var nú. Og sigast má, at úrslitið er rættiliga nógv øðrvísi enn tá spurt var til fólkatingsvalið.

Les um fólkatingskanningina: Sambandið og Javnaðurin renna frá hinum 

Tá spurt var til fólkatingsvalið, vóru tað t.d. yvir 29 prosent, sum søgdu seg velja Sambandsflokkin – til løgtingsvalið er tað ”einans” 20,5 prosent.

Men tað eru eisini fleiri flokkar at velja ímillum til løgtingsvalið.

Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, um val var í dag. 22,6 prosent siga seg fara at atkvøða fyri lista C, um løgtingsval var nú. Tað er ein framgongd á 1,1 prosentstig í mun til seinastu kanning.

[object Object]

Fólkaflokkurin, sum annars hevur ligið sera væl í veljarakanningunum, sum Spyr.fo við jøvnum millumbili hevur gjørt fyri Portalin gjøgnum árið, hevur støðugt mist undirtøku hesa seinastu tíðina, og er nú farin niður um Javnaðarflokkin. 21,2 prosent siga seg fara at velja Fólkaflokkin nú. Í seinastu kanning fyri einum mánaði síðani, var undirtøkan til Fólkaflokkin 24,3, so flokkurin sær út til at hava mist yvir 3 prosentstig av veljarunum.

Sambandsflokkurin hinvegin gongur fram úr 17,9 prosentum fyri einum mánaði síðani til 20,5 posent nú. Hetta gevur flokkinum eitt tingumboð, so tey nú gerast 7 í tali, og tað umboðið verður tikið frá Fólkaflokkinum, sum eisini fær 7 umboð á tingi.

Allir hinir flokkarnir varðveita somu umboðan á tingi sum við seinastu kanning, tað vil siga átta til Javnaðarflokkin, seks til Tjóðveldi, tvey til Framsókn og Miðflokkin og ein til Sjálvstýri.

Tjóðveldi stendur til at fáa 18,3 prosent av atkvøðunum, tað sama sum seinast, Miðflokkurin hevur eina lítla framgongd og kemur upp á 6,6 prosent, meðan Framsókn gongur nakað aftur og fær 5,3 prosent. Sjálvstýri fær 3,3 prosent av atkvøðunum og heldur seg oman fyri tinggáttina og fær eitt umboð á tingi, meðan Framtakið við 2,3 prosentum ikki røkkur upp á tinggáttina.

9,3 prosent hava ikki svarað hvønn tey fara at velja – hava ikki tikið støðu, meðan 1 prosent siga at tey atkvøða blankt og 0,9 prosent siga, at tey ikki fara á val.

Óvissan í hesi kanningini liggur millum 1,3 og 4,0 prosentstig.

 

placeholder
placeholder