Innanlands

Veljarakanning: Sambandið og Javnaðurin renna frá hinum

Nýggjasta veljarakanningin vísir ongan iva um, hvørjir flokkar vinna fólkatingsvalið 5. juni

Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannessen síggja út til at gerast sigursharrar til fólkatingsvalið (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannessen síggja út til at gerast sigursharrar til fólkatingsvalið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-28 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin renna undan hinum flokkunum, og fáa tey bæði umboðini á fólkatingsvalinum 5. juni.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Spyr.fo spurdi sunnudagin 500 veljarar, og úrslitið av kanningi vísir, at Sambandsflokkurin gongur næstan fýra prosentstig fram í mun til seinastu veljarakanningina, sum varð gjørd 8. mai.

29,2 prosent av teimum spurdu siga seg fara at geva Sambandsflokkinum sína atkvøðu á Fólkatingsvalinum.

Eisini Javnaðarflokkurin gongur nógv fram í mun til seinastu veljarakanning. Fyri tveimum vikum síðani stóð á jøvnum millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – Tjóðveldi hevði munin – men nú er Javnaðarflokkurin farin fram við meira enn tveimum prosentstigum og fær undirtøku frá 26,2 prosentum av veljarunum.

Tjóðveldi gongur hinvegin munandi aftur, og fær bert undirtøku frá 19 prosentum, meðan Fólkaflokkurin gongur minni aftur, og fær 21,2 prosent.

Sostatt tykist myndin at tekna seg alt meira greiða, at tað eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum í løtuni standa seg nógv best í veljarakanningunum. Kanningin, sum Gallup gjørdi fyri Kringvarpið og Vágaportalin í síðstu viku gav eisini hetta úrslitið.

Sjálvstýrisflokkurin, sum er farin til val til tess at fólkatingssessurin skal standa tómur, gongu reitt lítið vet fram, og fær nú undirtøku av 2,4 prosentum av veljarunum, meðan Framsókn missir í mun til seinastu veljarakanning, og er nú komin niður á 2,9 prosent.

Gerast skal vart við, at úrslitið hjá teimum smáu flokkunum liggur undir óvissuni fyri kanningini, sum er millum 1,3 og 4,0 prosentstig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder