Innanlands

Javnaðarflokkurin og Sjúrður standa til søguligan sigur

Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum/FM1 gevur Javnaðarflokkinum 40 prosent av atkvøðunum. Kanningin gevur afturval til Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

Seinast vann Anna á Sjúrði - nú verður umvent. Veljarakanningin vísir at úrslitið av fólkatingsvalinum verður afturval til bæði

Seinast vann Anna á Sjúrði - nú verður umvent. Veljarakanningin vísir at úrslitið av fólkatingsvalinum verður afturval til bæði

2026-03-23 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa eitt óvanliga gott fólkatingsval í morgin.

Nýggja veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/FM1 vísir, at heili 40 prosent av teimum, sum ætla sær á val, fara at seta kross fyri Javnaðarflokkin. Hetta er ein framgongd á ikki minni enn 11,8 prosentstig í mun til seinasta val.

Hin fólkatingssessurin fer til Sambandsflokkin, sum stendur at fáa 24,5 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein afturgongd á 5,7 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval.

Vit hava ikki spurt hvørt valevni tey spurdu fara at velja, men vit tora kortini at spáa, at um úrslitið verður hetta, so er talan um afturval til Sjúrð Skaale og Onnu Falkenberg.

Tjóðveldi og Fólkaflokkurin hála inn á Sambandið

Hyggja vit at kanningini, sum var gjørd í undanfarnu viku, so síggja vit, at Javnaðarflokkurin gongur fram við 2,3 prosentstigum, meðan Sambandsflokkurin gongur aftur við 3,5 prosentstigum.

Tað merkir eisini, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin hála inn á Sambandsflokkin.

Tjóðveldi stendur til at fáa 17,3 prosent av atkvøðunum og Fólkaflokkurin 16,0 prosent – so tað er enn langt upp til sambandið.

Lagt upp til søguligt val

Um so er, at henda veljarakanningin heldur, so verður talan um eitt søguligt fólkatingsval fyri Javnaðarflokkin.

Tí vit skulu heilt aftur til 1953 fyri at síggja flokkar hava fingið yvir 40 prosent av atkvøðunum. Tá vóru tað tveir flokkar, sum megnaðu hetta. Men tá vóru tað einans tríggir flokkar, sum stillaðu upp. Ta ferðina fekk Sambandsflokkurin 45 prosent (Johan M. F. Poulsen valdur) og Javnaðarflokkurin 44,6 prosent (Petur Mohr Dam valdur).

Tað er enntá als ikki vanligt, at flokkar fáa yvir 30 prosent av atkvøðunum, tó at tað hendi seinast, tá Sambandsflokkurin og Anna Falkenberg fingu 30,2 prosent.

Í 2011 høvdu Sambandsflokkurin og Edmund Joensen eitt gott val og fingu 30,8 prosent.

Annars skulu vit heilt aftur til 1979 at finna ein flokk, sum fekk yvir 30 prosent. Tá fingu Sambandsflokkurin og Pauli Ellefsen fingu 30,5 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder