Klokkan 10.00 í morgun hevði Javnaðarflokkurin tíðindafund í Spinnarínum í Klaksvík, har valskráin til fólkatingsvalið varð løgd fram. Hóast valevnini longu vóru almenn, vórðu tey eisini kunngjørd.
Javnaðarflokkurin fer á val við boðskapinum: “Vel fleiri úrslit”, og tíðindafundurin snúði seg í stóran mun um tað, sum flokkurin hevur arbeitt fyri seinastu tvey valskeiðini á fólkatingi.
Sjúrður Skaale legði fram eftir løgmann (Mynd: Sjúrður Skaale)
Sagt var, at flokkurin ikki fór at føra loysingar- ella sambandspolitikk á fólkatingi, men at flokkurin heldur vildi arbeiða fyri praktiskum úrslitum í samstarvi við føroysku og donsku stjórnina. Og av ítøkiligu málunum, sum flokkurin vildi arbeiða fyri at broyta, vórðu bæði uttanríkispolitiska heimildarlógin og rætturin hjá føroyingum fyri stjórnarskipan. Hetta var tó tengt av, at ein føroysk stjórn aftaná løgtingsvalið vildi arbeiða fyri hesum málunum. Tí flokkurin hevur sett sær sum stevnu ikki at arbeiða fyri nøkrum, sum ein meiriluti á løgtingi ikki gongur inn fyri, eins og alt skal gerast í samstarvi við føroyskar myndugleikar.
Víst varð eisini á, at flokkurin hevur arbeitt fyri at fáa pening til føroyskar verkætlanir ígjøgnum bæði danskar grunnar og fíggjarlógina. Men løgmaður helt ikki at hetta var sambandspolitikkur, tí talan einans var um einstakar íløgur. Sagt varð millum annað, at hóast Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur fingið 9,5 milliónir í stuðli til mentanarhúsið í Klaksvík, skuldi raksturin av mentanarhúsinum fíggjast av føroyskum og ikki donskum pengum.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, Rigmor Dam og Jónleif Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Bæði kend og nýggj valevni
Valevnislistin hjá Javnaðarlfokkinum til fólkatingsvalið er settur saman av bæði núverandi politikkarum og nýggjum valevnum. Nýggju valevnini eru Finnbjørn Vang, Marita Klein Joensen, Barbara Gardlykke Apol og Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
Øll løgtingsfólk, landsstýrisfólk og fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum stilla upp. Men Helena Dam á Neystabø, sum er forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og næstforkvinna í flokkinum sjálvum, boðaði frá, at hon einans stillar upp til fólkatingsvalið og ikki løgtingsvalið hesa ferð.
Helena Dam á Neystabø stillar einans upp til fólkatingsvalið hesa ferð (Mynd: Sverri Egholm)
Øll valevnini hjá flokkinum burturfrá Djóna Nolsøe Joensen og Heðin Mortensen vóru á tíðinafundinum hjá flokkinum.
Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin:
Finnbjørn Vang,
Kristianna Winther Poulsen,
Henrik Old,
Rigmor Dam,
Marita Klein Joensen,
Sjúrður Skaale,
Djóni Nolsøe Joensen,
Aksel V. Johannesen,
Bjarni Hammer,
Barbara Gaardlykke Apol,
Jónleif Johannesen,
Heðin Mortensen,
Eyðgunn Samuelsen,
Helena Dam á Neystabø,
Gunnvá Tróndardóttir Joensen,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald