Innanlands

Javnaðarflokkurin varpar ljós á bústaðartrot

3. mars verður sjóneykan sett á bústaðartrot á almennum tiltaki í Finsen, har føroyskir og útlendskir serfrøðingar verða at hoyra

Tiltakið verður í Auluni í Finsen (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Auluni í Finsen (Savnsmynd)

2022-01-31 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á stórum tiltaki, sum Javnaðarflokkurin skipar fyri 3. mars, verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu tað kann loysast.

– Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Á tiltakinum, sum verður í Auluni í Finsen, verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra. Luttakarar á tiltakinum eru m.a.:

• Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri

• Kári Holm Johannesen, Hagstovan

• Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger

• Birthe Larsen, búskaparfrøðingur á Copenhagen Business School

• Andras Róin, stjóri, Bústaðir

• Lisa Pelling, Arena Idé

Tiltakið, sum verður 3. mars klokkan 18.30, er alment og ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder