Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er ikki longur partur av Javnaðarflokkurin. Tað boðar Aksel V. Johannessen, løgmaður, frá í dag.
Kristin Michelsen boðaði fyri einum ári síðani alment frá, at hann ikki kendi seg bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum og samgonguni, men tók persónliga støðu frá máli til mál.
Í tíðindaskrivi, sum Aksel V. Johannessen hevur sent út í dag sigur hann, at handa støðan ikki er haldgóð.
- Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki kann góðtaka. Tískil skal eg við hesum boða frá, at tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum, skrivar løgmaður.
Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.
Les eisini: Kristin Michelsen skal velja ein sess
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald